Føroya besti fjallasúkklari skal finnast

Tá fjallasúkklarar sunnudagin seta seg á súkkluna, sleppa teir at sita í setrinum eina góða løtu, tí kappast skal um FM heitið í fjallasúkkling á marathonteininum.

 

Súkklað verður á einari rutu, ið er løgd sum ein ringrás á avbjóðandi rossagøtum og stígum á økinum við oyggjarvegin nærhendis Hotel

Føroyar. Umframt, at tað er fyrstu ferð, at kappast verður á hesari rutini, so er tað eisini fyrstu ferð at kapping í hesum teininum verður hildin í Føroyum.

 

Súkklað verður í góðar tríggjar tímar, áðrenn vinnarin er funnin. Ringrásin er ikki long, men hevur nógvar avbjóðingar. Umframt styrki og úthaldni at súkkla niðan gjøgnum longu brekkurnar, skal súkklarin eisini verða fimur at snúgva sær upp um grót og djarvur at súkkla oman gjøgnum torførar og smalar gøtur.

 

Umframt at kappast verður um FM heitið, er kappingin startskot til landsliðsúttøkuna til komandi oyggjaleikir á Bermuda. Í fjør summar vóru Gunnar Dahl Olsen, Andrass Joensen, Bogi Kristiansen, Helgi Winther Olsen og Høgni Rúnason Øster teir sterkastu og umboðaðu Føroyar á Isle of Wight.

 

Allir eru við í kappingini sunnudagin og spennandi verður, hvussu teir standa seg móti Føroyameistaranum á styttri teininum, Sigmund Olsson, sum hevur ment seg nógv seinastu tíðina. Eisini eru fleiri unglingar, ið taka seg nógv fram og kanska kunnu bjóða teimum vaksnu av.