Føroya Banki stuðlar Vígdis og Bjørk

Dansidrotningin Vígdis Hentze Olsen og raski rennarin Bjørk Herup Olsen, hava fingið Føroya Banka sum høvuðsstuðul Tað boðar bankin frá á heimasíðu sínari. Bjørk Herup Olsen er 16 ára gomul og telist millum bestu rennararnar í Føroyum. Í februar í ár gjørdist hon danmarksmeistari í sínum aldursbólki á 3.000 metrum og vann silvur á 1.500 metrum. Eisini hevur hon vunnið fleiri kappingar í Føroyum.

Hvat Vígdis Hentze Olsen viðvíkur, so gjørdist hon landskend í bæði Føroyum og Danmark, tá hon vann sjónvarpskappingina ?Ka´ du danse??, har tilsamans 700 dansarar luttóku. Vígdis gongur í dag á dansiskúla í New York.