Tað er niðurstøðan frá Brúkaraumboðnum, eftir at ein klaga er komin inn um sms-boð, sum bankin hevur sent út til kunda, við áminning um at gjalda inn á 60-ára kontuna áðrenn ársenda í fjør. § 6 í marknaðarføringslóginin sigur annars, at ?Tað er ikki loyvt í vinnuvirksemi at senda út lýsingar, ella á annan hátt at marknaðarføra, við elektroniskum samskifti so sum telduposti, sms, mms ella líknandi, sjálvvirkandi uppkallingarskipan, telefaxi ella telefon, uttan so, at móttakarin frammanundan hevur biðið um hetta.?
Brúkaraumboðið hevur móttikið hoyringssvar frá Føroya Banka tann 22. januar 2010, og sigur bankin millum annað, at:
Føroya Banki hevur á hvørjum ári mint kundar á seinastu freist fyri inngjaldi við skattligum frádráttarrættindum. Hettar metir bankin vera ein náttúrligur liður í tí ráðgeving, sum bankin veitir kundum sínum. Tað hevur síðan verið upp til hvønn einstakan kunda at avgera, um hann fremur inngjald ella ei.
Í hesum ítøkiliga máli hevur bankin vent sær til ávísar kundar og mint á freistina fyri inngjaldi. Talan er um kundar, sum framman undan hava 60-ára konto. Talan er tí ikki um sølu av nýggjum produkti.
Bankans áskoðan er, at móttakarin av sms-boðunum einans er kunnaður um innihaldið í galdandi rentutryggingarlóg.
Bankans uppfatan er somuleiðis, at tað í hesum førinum ikki er talan um lýsingar ella á annan hátt marknaðarføring. Harumframt metir bankin, at sms-boðini til kundarnar í flestu førum er partur av eini siðvenju, sum hevur verið í samskiftinum ímillum bankan og kundan.
Sambært hoyringsskriv frá bankanum, so hevur bankin váttan frá kundum í fleiri førum. Men sms-fráboðanin er eisini farin til kundar, sum ikki hava undirskrivað ?Váttan um samskifti,? og hetta er sjálvandi óheppið.
Í hesum føri hevur fráboðan bankans til endamáls ikki bert kunning, sum sagt verður omanfyri, men meirsøla av verandi bankaprodukti, sum sjálvandi er til gagns fyri báðar partar.
Niðurstøðan í málinum mótvegis Føroya Banka er greið, at Føroya Banki ikki í nóg stóran mun hevur yvirhildið ásetingarnar í § 6 í marknaðarføringarlógini um óumbidnar áheitanir til ávísar móttakarar.
Brúkaraumboðið grundar sína niðurstøðu í stuttum:
At talan hevur verið um, at vinnurekandi í ávísan mun hevur sent óumbidnar áheitanir til ávísar móttakarar.
Hóast bankin hevur samtykki frá fleiri kundum i hesum máli, so er av misgáum tað óhepna hent, at eisini fleiri óumbidnar áheitanir eru farnar út, uttan samtykki frá kundanum.
At talan er um marknaðarføring, við tað at fráboðanin eisini hevur til endamáls at fremja meirsølu.
Við tað at danska og føroyska marknaðarføringarlógin eru eins á hesum øki, so hevur verið hugt eftir tí siðvenju og tulking av lógini, sum er at finna í grannalondum okkara.
Føroya Banki hevur tikið niðurstøðuna hjá Brúkaraumboðnum til eftirtektar, og vil rætta fráboðanarháttin, so at hesin er í samsvar við grein 6 í marknaðarføringarlógini.
Brúkaraumboðið ger ikki meir við málið.