Eykaaðalfundurin í Føroya Banka í dag broytti ikki nevndina. Eisini samtykti eykaaðalfundurin, at bankin fær til vega 204 mió. kr. í hybridum kjarnukapitali úr Bankapakka II. Nakað av spenningi var undan eykaaðalfundinum í sambandi við, at nevndin skuldi afturveljast, men tá avtornaði, vórðu verandi nevndarlimir, Klaus Rasmussen, Jens Erik Christensen, Wilhelm Petersen og Keld Søndergaard Holm, afturvaldir uttan mótvalevnir.
Nevndin heldur fram við Klaus Rasmussen sum formanni, Jens Erik Christensen sum næstformanni og Wilhlem Petersen og Keld Søndergaard Holm sum vanligum nevndarlimum. Starvsfólkavaldir nevndarlimir eru Sigmar Jacobsen og Olav Enomoto.
72 prosent av samlaða partapeninginum vóru umboðað á eykaaðalfundinum, skrivar bankin á heimasíðuni.