Jens Erik Christensen er valdur til næstformann í nevndini í Føroya Banka. Jens Erik Christenmsen kom í nevndina í Føroya Banka á aðalfundinum herfyri. Hann tók við eftir Jóhannus Egholm Hansen, sum segði seg úr nevndini.
Hini í nevndini í Føroya Banka eru Jóhan Páll Joensen, ið heldur fram sum formaður, Graham Stewart, Eyðhild Skaalum, Sigmar Jacobsen og Olav Enomoto. Teir báðir seinastu umboða starvsfólkið í bankanum.