Føroya Banki keypt fyri 47 milliónir í Íslandi

Føroyski bankin hevur í morgun keypt meirilutan í tryggingarfelagnum Vørður Tryggingar í Íslandi. Kostnaðurin fyri meirilutan er 47 milliónir krónur, og keypið er komið í lag eftir umbøn úr Íslandi

Fimm ára gamla íslendska tryggingafelagið Vørður er í morgun vorðið føroyskt. Føroya Banki hevur nevniliga sett 48 milliónir krónur í felagið, og hetta gevur ein ognarlut á 51 prosent.

Feløgini, sum hava selt til Føroya Banka, eru sparikassin Byr, Landsbanki Íslands, umframt SP-Fjarmøgnum. Hesi seinastu eru almennar fyritøkur í dag.

Tað var eftir eina umbøn úr Íslandi, at Føroya Banki gjørdi av at keypa meirilutan í tryggingarfyritøkuni, eftir at dótturfelagið hjá Føroya Banka, Trygd, hevði gjørt kanningar av Vørði.

Vónin hjá Íslendingum við at fáa Føroya Banka við er, at fáa ein sterkan partaeigara, sum kann skapa álit.


Royndir við Trygd

Johnny í Grótinum, íløguleiðari hjá Føroya Banka, greiðir frá, at bankin sá ein møguleika at vaksa, sum er partur av ætlanini hjá bankanum.

- Vit sóu ein møguleika at vaksa, og vóna at kunna skapa synergiir við dótturfyritøkuni hjá okkum, Trygd, sum vit hava havt sera góðar royndir við seinastu 10 árini, staðfestir Johnny í Grótinum.

Reint tekniskt er tað Føroya Banki, sum eigur Vørð, so keypið hevur við sær, at Føroya Banki nú hevur tvey dótturfeløg, sum selja tryggingar.

Vørður hevur umleið ein tíggjundapart av marknaðinum í Íslandi, og menning hevur verið seinastu árini. Tryggingarfelagið hevur somuleiðis umleið 28.000 kundar.


Ongar broytingar

Hóast føroyingar nú eita meirilutan í Vørði, so merkir tað ikki, at broytingar verða gjørdar í íslendska tryggingarfelagnum.

- Í verandi løtu verða ongar broytingar gjørdar í fyritøkuni í Íslandi, tí vit hava fult álit á virkseminum, sum er farið fram. Vit meta somuleiðis, at ein av styrkunum við Vørði er, at felagið ikki hevur tryggjað íløguvirksemi og tílíkt, og tí meta vit, at felagið stendur væl, og ikki hevur nógv lík í skápinum, sigur Johnny í Grótinum.


Vaksa meira

Føroya Banki hevur leingi ligið upp á lúr at keypa ein banka í Danmark, og hóast íløga nú er gjørd í Íslandi, so merkir tað ikki, at bankin hevur slept teimum ætlanunum.

- Vit bíða framvegis eftir einum møguleika, at keypa ein lítlan banka í Danmark, staðfestir Johnny í Grótinum.