Føroya Banki góðan grundrakstur

Roknskapurin fyri níggju teir fyrstu mánaðirnar vísir ein sera góðan grundrakstur, men bankin hevur javt tap upp á láns- og partabrøv

Úrslitið hjá Føroya Banka níggju teir fyrstu mánaðirnar var 84 milliónir fyri skatt. Men grundraksturin, tað vil siga munurin millum rentuinntøkur og avgjaldsvinning og so rentuútreiðslur, vaks úr 84 milliónum sama tíðarskeið í fjør upp í 149 milliónir í ár.

Virðisjavnin av virðisbrøvum gav kortini eitt tap í ár upp á 47 milliónir krónur í mun til ein vinning á 22 milliónir í fjør. Hetta skyldast stóra órógvið altjóða fíggjarmarknaðunum.

Netto rentuinntøkurnar vuksu úr 212 milliónum í fjør til 256 milliónir krónur í ár, men samstundis burturlegði bankin 18 milliónir fyrstu níggju mánaðirnar í ár í mun til eina afturføring av 29 milliónum krónum í fjør.

Støðan hjá bankanum yvirhøvur er rættiliga góð. Solvensurin er 18,3 prosent, og gjaldførisprosentið er 72 yvir lógarkravið.

 

Somu útlit

Hóast stóru kurstapini, so heldur bankin fast við væntaða úrslitið fyri árið. Tað vil siga, at metta ársúrslitið varð hækkað við 100 milliónum krónum eftir søluna av Vestlax, úr 165 til 185 upp í 265 til 285 milliónir krónur.

Útlánini eru vaksin við einari milliard, úr 6,8 upp í 7,8 milliardir krónur. Men eisini innlánini eru vaksin, og tað er nakað, sum bankar í hesum døgum hava trupulleikar við. Innlánini í Føroya Banka eru 5,5 milliardir krónur móti 5,3 somu tíð í fjør.

Eginpeningurin hjá Føroya Banka er 1.413 milliónir krónur.

- Vit fegnast um at hava økt grundraksturin við 65 milliónum krónum fyrstu níggju mánaðirnar í ár. Avbjóðingarnar í fíggjarheiminum hava verið stórar, men Føroya Banki stendur seg væl hóast søguliga stóra órógvið, tí raksturin er góður, sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka.