Føroya Banki fer eisini at bjóða realkredittlán

Føroya Banki hevur í dag undirskrivað samstarvsavtalu við DLR Kredit í Danmark um at bjóða út realkredittlán á føroyska marknaðinum.

Samstundis gerst Føroya Banki nýggjur partaeigari í DLR Kredit.

Higartil hevur Føroya Banki bert veitt kundum vanlig búlán við skiftandi rentu, lán við fastari rentu og rentulofti. Men við nýggju samstarvsavtaluni kann bankin nú eisini bjóða realkredittlán.

- Vit vilja veita kundunum eitt so breitt úrval av fíggingarmøguleikum sum gjørligt, og við samstarvinum við DLR fjøltátta vit úrvalið uppaftur meira, sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka.

Avtalan við DLR tryggjar bankanum atgongd til meira gjaldføri fyri kappingarføran kostnað á einum marknaði, har fíggjarstovnar annars ikki hava havt lætta atgongd til gjaldføri. Hetta kemur bæði viðskiftafólkum bankans og øllum samfelagnum til góðar, heldur forstjórin í Føroya Banka.

- Føroyska samfelagið sendir nógv gjaldføri av landinum, sum millum annað fíggjar bústaðir uttanlands. Nú kemur gjaldføri aftur til landið, sum verður brúkt at fíggja føroyskar bústaðir. Hetta er ein greiður fyrimunur fyri einstaka lántakaran og samfelagið sum heild, sigur Janus Petersen.

Við realkredittláni frá Føroya Banka kunnu viðskiftafólk velja at fastlæsa rentuna á einum stigi, sum er bert eitt vet oman fyri verandi rentustig á búlánum við skiftandi rentu.

Føroya Banki fær við hesum styrkt um gjaldføri bankans, men hetta hongur ikki beinleiðis saman við boðnum upp á Fionia Bank. ? Men tað er altíð gott við styrktum gjaldføri, greiðir forstjórin frá.

Føroya Banki fer at bjóða hetta tilboð longu mánadagin.