Føroya Banki - ein fúl skomm fyri nýggju eigararnar av bankanum

Tað var syndarligt at síggja ein av stjórunum í Føroya Banka standa í Sjónvarpinum og ’hella vatn út úr oyrunum’ tí annað kundi hetta valla kallast. Tann eina umberingin fyri og onnur eftir

Hann segði seg harmast støðuna fólk vóru komin í. Men hví eru fólk komin í hesa støðu? Jú um Føroya Banki ikki hevði verið so djúpt vavdur inn í hesa byggiætlan, og fólk tí høvdu álit á henni, so høvdu tey flestu helst havt tikið seg út, longu tá fyrra leiðslan var sett frá, og tá hevði skaðin bara verið hálvur.

 

Bankastjórin førdi fram, at Føroya Banki bara fíggjaði og annars einki hevði við byggingina at gera og samanlíknaði hetta eisini við, tá ein byggir eini sethús, tí tá er eigarin byggiharri og hevur ábyrgdina.

 

Eg rokni við, at tey flestu, hóast tey eru amatørar, hava betri eftirlit við byggingini av sínum húsum, enn hesin stóri ”professionelli” bankin, sum hevur átikið sær at fíggja eina byggiætlan fyri 150-200 mió., hevur havt av hesi byggiætlan.

 

Hví, ella hevur bankin ikki alla tíðina fylgt við, um nýtslan av peningi svarar til tað arbeiði, sum er gjørt?

 

Bankastjórin legði eisini ein stóran part av skuldini yvir á undirveitarar, sum ikki kláraðu sína uppgávu. Men hevur bankin, áðrenn hann fer undir at fíggja eina so stóra byggiætlan, ikki syrgt fyri at kanna undirveitarar, og um neyðugt krevja trygd fyri, at hesir klára at gera arbeiðið liðugt á ein nøktandi hátt?

 

Her eru eisini fleiri onnur sera løgin ting. Tá bankin setir fyrru leiðsluna frá, veit hann tá ikki hvussu støðan er? Hevur hann ikki longu tá gjørt eina djúptøkna kanning av fíggjarviðurskiftunum, ella er nøkur onnur orsøk til at leiðslan verður skift?

Hvussu ber tað til, at bankin letur nakrar eigarar flyta inn í desember fyri tann avtalaða prísin, tá hann veit, at nógvir pengar koma at mangla í?, meðan onnur ein mánað seinni skulu gjalda 250 tús. meira.

Var hetta ikki ein felags byggiætlan? Og áttu so ikki øll at verði viðfarin líka?

 

Eg nokti at trúgva, at Føroya Banki nústani hevur finnið útav, at tað mangla 10-20 mió. í. Og um hann ikki hevði villleitt fólk, so kundu tey longu havt trekt seg út seinasta summar og spart hópin av rentum, og harafturat tá fari í gongd við at funni aðrar bústaðarloysnir.

 

Bankastjórin segði eisini, at hann metti tað vera skilabest, at lata sama sakførara halda fram, tí hann kendi alt byggimálið. Ja, tað er so rímiligt, at hann sum hevur staðið í fremstu røð undir allar byggigøluni,líka frá at fyrsti sáttmálin bleiv skrivaður og til ídag, sleppur at halda áfram. Men at hesin kemur sær, tað skilji eg ikki, ein skal vera meira enn óforskammaður. Hetta man vera tað, ið tey kalla ’typiskt føroyskt’.

 

Bankastjórin segði, at Føroya Banki hevði gjørt eina bjargingarætlan – hvønn man henda bjargingarætlan fyrst og fremst vera ætlað til?, neyvan keyparunum av íbúðunum Undir Grásteini.

 

Landspolitikkarar hava nú í longri tíð tosa um alternativar íbúðarloysnir og minni íbúðir, men tá ein so stórur banki sum Føroya Banki ikki klárar at stýra fíggingini av einari slíkari byggiætlan. Hvussu skal nakar so framyvir hava álit og tora at skriva undir byggisáttmálar, tá tað snýr seg um størri byggiætlanir. Hevði tað ikki verið eitt hugskot, at landsmynduleikarnir fóru inn og kannaðu eina byggiætlan sum hesa, og funnu útav, hví tað altíð gongur galið, tá størri byggiætlanir verða gjørdar í Føroyum, og ósek fólk tí verða drigin út á sjógv. Og so evtl. gjørt reglur sum vardu keypararnar.

 

Um nakað í øllum hesum er ólógligt veit eg ikki, men tað kann ikki svitast, at moralskt og sømuligt er tað langt av leið, tá hesin stóri bankin turkar sín ódugnaskap uppá onnur, sum ongan møguleika hava havt at fylgt við byggi- og fíggjargongdini undir hesi stóru byggingini.

 

Men eftir íbúðargøluna Undir Grásteini, kann í hvussu so staðfestast, at bæði Føroya Banki og hansara sakførari so dyggiliga hava víst øllum Føroya Fólki, sín ódugnaskap.