Føroya Banki í Danmark

Føroya Banki hevur stovnað dótturfelag í Danmark. Talan verður um eina deild, og hon skal halda til í Keypmannnahavnarøkinum. Virkisøkið verður innan Private Banking og verkætlanarfígging

Tað var longu á sumri 2005, at leiðslan í Føroya Banka á einum strategifundi gjørdi av, at skuldi virksemi bankans vaksa, varð neyðugt at hyggja út um landoddarnar.

- Føroyski marknaðurin er avmarkaður, og tí varð gjørt av at fara undir íløgur aðrastaðni. Tí skulu vit í dag boða frá, at Føroya Banki ger íløgur uttanlands, segði nevndarformaðurin, Jóhan Páll Joensen, tá hann bjóðaði vælkomin til tíðindafund í bankanum í morgun.

Janus Petersen greiddi síðani frá ítøkiligt, hvat og hvar bankin hevði gjørt sínar fyrstu uttanlands íløgur.

- Mest nærliggjandi marknaðurin er londini uttan um okkum, tað vil siga Ísland, Ongland, Noregi og Danmark. Vit eru frammman undan partur av donsku bankaskipanini, hava sama bankaeftirlit og eru limir í somu EDV-kervum, og tí er Danmark eitt náttúrligt stað at byrja, segði Janus Petersen.

Hann boðaði síðani frá, at Føroya Banki hevði stovnað dótturfelag í Danmark, nevnt Føroya Bank A/S. Dótturfelagið fer at virka innan Private Banking og verkætlanarfígging.

- Vit hava sjálvandi hugt eftir møguleikunum at keypa banka til endamálið, men av tí at vit miða so ítøkiligt móti nevndu virkisøkjum var hildið skilabetri, at stovna okkara egna dótturfelag heldur ennn at keypa, segði Janus Petersen.

Private Banking er ein serlig hágóðsku tænasta, og tí verður talan um eina specialisering fyri dótturfelagið.

 

Synergi til Føroya

Føroya Banki hevur gjørt sær ómak at finna røttu leiðsluna til dótturfelagið, og hevur eftir øllum at døma »head-huntað« leiðsluna í Bank Trelleborg, tí verandi forstjóri í bankanum verður nýggjur forstjóri í Føroya Bank A/S og stjórin í BankTrelleborg, Kim Linnemann, verður nýggjur stjóri í føroyska dótturfelagnum.

Føroya Banki hevur sett 300 milliónir krónur í nýggja dótturfelagið, og tað svarar til 92% av partapeninginum. Resterandi átta prosentini fara tey um 20 starvsfólkini at seta í bankan.

Private Banking er heiti á bankavirksemi, sum serliga vendir sær móti teimum vælbjargaðu og teimum heilt ríku. Tosað verður um tvey sonevnd segment. Mett verður, at ár 2009 fer »Affluent segmentið« at umboða 230.000 persónar við einum ríkidømi millum eina og 7,5 milliónir krónur, svarandi til samlað virði áljóðandi 500 milliardir krónur. Hitt segmentið, High Net Worth, umfatar 10.000 persónar hvørs ríkidømi liggur omanfyri 7,5 milliónir krónur, við einum samlaðum likviditeti upp á 200 milliardir krónur.

So tað er eyðsæð, at Private Banking miðar móti einum serligum kundabólki, og Føroya Banki roknar við, at hetta virksemi dótturbankans kann skapa eina synergi aftur til Føroya.

 

Tillaga vónirnar

Men hóast dótturfelagið verður sett á stovn nú, gongur restin av árinum til at fyrireika virksemið í Danmark. Janus Petersen roknar við, at klárt verður at fara undir virksemið antin síðst í hesum árinum ella fyrst í komandi ári.

- Tað er greitt, at tað kostar nakað at seta á stovn ein nýggjan banka, og vit rokna við, at útreiðslurnar hjá okkum í hesum sambandi fara at liggja millum 20 og 25 milliónir krónur, segði Janus Petersen.

Hetta merkir samstundis, at leiðslan í bankanum hevur broytt metingina av ársúrslitinum frá at liggja millum 145 og 165 milliónir krónur, til nú at gerast millum 125 og 140 milliónir krónur.

- Tað er greitt, at ein slík íløga ikki fer at geva avkast fyrr enn í komandi árum, vísti Janus Pettersen á.

Talan verrður í fyrstu syftu um eina deild, sum fer at liggja í Keypmannahavnarøkinum, har flestu ríku danirnir búgva.