Tað byrjaði mest sum púra tilvildarliga, tá Regin Dalsgaard og Súni Schwartz Jacobsen komu at sita saman umborð á flogfarinum til Danmarkar. Tá nýtti Regin Dalsgaard, sum er stjóri í KT-fyritøkuni Globi Sp/f , høvið at greiða stjóranum í Føroya Banka frá einum hugskoti hann hevði um at menna eina sms-tænastu til netbankan, sum kundi avgreiða mest vanligu tænasturnar, sum bankakundar hava.
Hálvt ár seinni setti bankin seg í samband við Regin aftur, og síðari tá hevur fyritøkan arbeitt við at menna hesa tænastuna, sum í morgun varð løgd fram á kunnandi fundi í bankanum.
Talan er um eina víðari menning av netbankanum, sum føroysku peningastovnarnir fyri nøkrum árum síðani kundu bjóða kundum sínum.
- Sjálv menningin av telebankanum hevur tikið áleið tvey ár, og skipanin er øðrvísið enn tær líknandi teletænastur, sum aðrir bankar kunnu bjóða sínum kundum.
Størsti munurin er, at hendan tænastan gongur um sms-skipanina. Hetta ger tænastuna munandi meira brúkaravinarliga, eins og trygdin er nógv betri enn tær skipanir, sum eru á marknaðinum í dag, sigur Regn Dalsgaard.
Fyri bankan hevur tað havt týdning, at teir nú eru í fremstu røð, tá tað ræður um tænastur til kundar sínar.
- Øll hava eina bankakonti í dag, og øll hava eina fartelefon, so tað er ein náttúrlig útbygging av netbankanum, sigur Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Føroya Banka.
Virkar allastaðni
Tað einasta, sum kundin skal hava, er netbanka og eina fartelefon, so kann hann koplast á nýggju skipanina við telebankanum.
- Við fáum undantøkum kunnu allar fartelefonir nýtast til hesa skipanina, og hevur tú netbanka framman undan, virkar tænastan alla staðni, har samband er til fartelefonina, sigur Regin Dalsgaard.
Hetta merkir so, at tær ikki longur nýtist at hava eina farteldu við hondina, fyri at greiða mest vanligu bankaørindini. Tað, sum skipanin kann avgreiða, er at kanna saldo, gera flytingar, síggja seinastu bókingar og yvirlit yvir kontur.
- Tó er tað soleiðis, at tú framman undan skal hava tastað inn og góðkent tær konti, sum tú kanst flyta til. Umvegis skipanina hjá Globi verður so umbøn send um flyting til Elektron, og fá sekund seinni fær tú so boð aftur um, at flytingin er framd.
Hetta er ein skipan, sum í dag nøktar 80% til 90% av tí tørvi, kundin hevur á bankatænastum, sigur Súni Schwartz Jacobsen.
Ofta eru nýggjar tænastur á fartelefonini vendar móti yngru brúkarunum, og tað verður hendan tænastan við telebankanum fyri so vítt eisini, men kortini ikki einsíðugt.
- Vit rokna ikki við, at okkara vinnukundar fara at brúka hesa tænastuna tað heilt stóra, í hvussu er ikki at byrja við, men vit hava 18.000 aðrar konti hjá privatfólki, og tað er fyrst og fremst fyri at veita hesum eina betri tænastu, at vit nú bjóða telebankan fram, sigur Súni Schwartz Jacobsen.
Stórar møguleikar
Regin Dalsgaard, stjóri í Globi Sp/f, sum hevur ment hesa tænastuna, sær ógvuliga stórar møguleikar við henni.
- Hetta er ein tænasta, sum virkar um sms-skipanina. Tað gevur fleiri fyrimunir, eitt nú ein munandi størri tryggleika, en aðrar líknandi tænastur kunnu bjóða. Hartil arbeiðir hendan skipanin eisini nógv skjótari enn aðrar líknandi tænastur, sigur Regin Dalsgaard.
Hann vísir á, at tænastan hjá eitt nú Danske Bank virkar við einari 40 sifraðari kotu sum gongur um gprs-skipanina, og sum kann avlurtast. Sama er við øðrum wap-skipanum, sum aðrir bankar nýta.
- Hendan skipanin um sms-skipanina er púra trygg og kann ikki avlurtast. Hon er eins trygg sum nýtslan av FR-VISA korti, sigur Regin Dalsgaard.
Hann skýrir nýggju tænastuna sum bæði slóðbrótandi og kundavinarliga, og tað er eitt stórt frambrot innan tøknina at kunna veita eina so kundavinarliga og trygga tænastu.
Stjórin í Globi vónar, at aðrir bankar – eisinij útlendskir – fara at leggja til merkis nýggju tænastuna, og hann sær stórar møguleikar í at hendan skipanin kan gerast ein útflutningsvøra.
- At hava fingið eina so góða og virðismikla referansu sum Føroya Banka hevur ógvuliga nógv at siga, og tað hevur sera stóran týdning fyri eina fyritøku sum okkara, sigur Regin Dalsgaard.
Skipanin byrjar at virka í dag, varð upplýst á kunnandi fundi í Føroya Banka í morgun.