Jørgen Astrup, forstjóri í Føroya Banka sigur, at tað finast tríggjar orsøkir til góða útslitið í ár.
- Føroya Banki hevur rættuliga fitt av peningi, sum ikki er útlántur og hendan hava vit sett í obligatióna og pengamarknaðin. Tá so rentan hækkar, so fáa vit knappliga størri avkast av hesum pengum. Hetta er ein forkláring upp á góða úrslitið, sigur Jørn Astrup Hansen, forstjóri í Føroya Banka.
? Næsta forkláringin erer, at vit hava havt færri rakstrarútreiðslur á hvørjum ári síðan bankarnir vóru lagdir saman í 1994. Tá tú hevur færri útreiðslur, samstundis sum forrætningin í bankanum veksur, so fær tú eitt størri yvirskot. Vit hava megnað at rationalisera raksturin av bankanum, samstundis um tey heilt tungu lánimálini, ið vit arvaðu, eru vorðin færri og lættari at umsita. Vit kunnu í dag reka bankan bíligari, sigur Jørgen Astrup Hansen.
-Triðja orsøkin er, at vit aftur í ár hava megna at afturført burturleggingar. Hetta hevur ávirkað tap og burturleggingar fyri skuldarar rakstur bankans fyri í fjør við 171 mió. kr. Ein øgiliga stór upphædd varð nýtt til burturleggingar í 1992 og 1993 og rokniskapurin hjá okkum í ár vísir, at hesar burturleggingar er ikki bara mistur peningur. Vit hava fingið 171 milliónir aftur av hesum gomlu burturleggingum, sigur Jørgen Astrup Hansen.
-Vit eru ógvuliga fegnir i bankanum fyri útslitið í ár, sigur hann.
Við í vinnulívinum
Føroya Banki hevur økt útlánið við 16 prosentum í fjør og Astrup letir væl at gongdini í vinnulívinum.
-Virksemið í vinnulívinum er stórt. Vit hava fingið kapping á vinnulívsøkinum við tað at Sparikassarnir nú eisini eru farnir at fíggja vinnulívið. Hetta merkja vit sjálvsagt.
Fiskivinnan hevur tað eisini gott sætt við Bankans eygum. Tað vil siga partar av fiskivinnuni.
-Ørsøkin til at tað gongur gott hjá bankanum er, at tað gongur gott í fiskivinnuni. Sjálvandi hava ikki øll í fiskivinnuni somu kor at arbeiða undir. Viðurskiftini hjá langfaratrolarunum eru ikki heilt tey somu sum hjá nótabátunum og skipunum heima, men gjøgnumgangandi so gongur tað væl, sigur Jøgern Astrup Hansen.
? Vit halda eisini at fiskivinnan er vorðin sunnari. Vit halda, at eginpeningurin fyrr var alt ov lítið í vinnutólum. Hendan gongdin er vend nú og hóast vit ikki hava nakað fast krav til hvussu stórur eginkapitalurin skal vera í eitt nú einum skipi, so eru krøvini munandi strangari nú enn fyrr, sigur Jørgen Astrup Hansen.
Nýggjasta skipið í flotanum, rækjutrolarin Ocean Pride, sum kom til landið mikudagin, hevur ein eginpening upp á 24 prosent. Fyri 10 árum síðan var kravið ongantíð meira enn 10 prosent og hesi vóru sjálvdan dokumenteraði sum veruligur peningur og komu sostatt at tyngja raksturin av skipinum. (red.)
-Tað er ikki bara fyri bankans skuld, at vit krevja meira eginpening, sum vanligt var fyrr. Gongur nakað galið og ongin eginpeningur er tøkur, so missa eigararnar vinnutólið, har er einki at standa ímóti, sigur Jørgen Astrup Hansen.
-Vit hava eitt nógv sunnari vinnulív í dag enn fyri 10 árum síðan., sigur hann.
Ov høgt trýst
Jørgen Astrup Hansen heldur, at hóast tað gongur væl í Føroyum nú, so er dekan og nógv trýst í ketlunum í løtuni og skipagott hevði verið at minka um trýstið.
-Onki arbeiðsloysi er ílandinum og tað kann vera vandamikið. Fer hitin í ketlinum yvir 100 prosent, so byrjar vatnið at kóka og tað um reppið nú. Vit kunnu sum banki ikki gera nakað við, at fólk hava nógvan pening um hendir, vit kunnu jú ikki krevja skatt inn, sigur hann.
-Men eg haldi ikki, at vit kunnu samanlíkna heilt við áttatiárini, hóast vit stúra eitt sindur, um gongin heldur fram óbroytt. Vinnulívið og vanliga húsarhaldið er ikki so tyngt av lánum, sum tað var í áttatiárunum, heldur ikki bankarnir. Omaná hetta fingu vit eina fíggjarkreppu, sum eg avgjørt ikki rokni við endurtekur seg nú, soleiðis sum útlitini eru, sigur Jørgen Astrup Hansen.
-Men útlitini eru bara góð, um vit klára at halda javnvág. Um ein heldur fram at leggja brenni undir ein búskap, har onki arbeiðsloysi er, so verður galin endi, tað kann eg vissa fólki um, sigur hann
-Tó vit eru sterkari í dag. Bankin fer ikki á húsagang, sum vit fáa eitt afturstig, sum hendi fyri tíggju árum síðan. Rokniskapurin sýnir at bankin er sterkur, sigur stjórin í Føroya Banka.
Føroya Banki heldur aðalfund 28 mars. og nenvdin hevur góðkent rokniskapin.