Føroya Banki
Fíggingargrunnurin frá 1992 byrjaði sølutilgongdina av Føroya Banka í november 2006, og prospekt varð almannakunngjørt 4. juni 2007.
Tann 21. juni 2007 varð bankin skrásettur á virðisbrævamarknaðunum í Íslandi og Danmark.
Á tíðindafundi í dag ásannaði leiðsla bankans, at áhugin fyri søluni var ovurhonds stórur, og tekningin varð yvirteknað 26 ferð.
- Tá ið tekningartíðarskeiðið var av, kundi bankin staðfesta, at hann hevði 15.000 partaeigarar, sigur leiðsla bankans.
Hon vísir á, at við støði í rákum í virkisøkjum og positivum fíggjarútlitum, uppskrivaði Føroya Banki fyrsta ársfjórðing síni útlit um netto rentu-og tænastuinntøkur til 320-340 miljónir krónur – og úrslit fyri burturleggingar og skatt til 145-165 miljónir krónur.
- Við støði í hálvársroknskapinum heldur Føroya Banki fast við hesi útlit, sigur bankaleiðslan.