Borgarstjórin í Hovs kommunu, Delmar Tausen, heldur, at minkandi fólkatalið er hin størsti trupulleikin, sum bygdin hevur at dragast við. Hann heldur, at tað keðiligasta er, tá tað unga og arbeiðsføra fólkið flytir. Tey, sum flyta, flyta sjáldan bara úr kommununi, men gjarna úr Suðuroynni.
Borgarstjórin dugir illa at síggja, hvat bygdarráðið ítøkiliga kann gera fyri at byrgja upp fyri hesi gongd.
- Her eru góðir møguleikar at byggja sær sethús. Vit hava bílig grundstykki, sum liggja væl fyri. Tey planeraðu grundstykkini kunnu keypast fyri 30.000 krónur - og tey, sum ikki eru planeraði, men sum liggja á rættiliga sløttum lendi, kunnu keypast fyri einans 15.000 krónur.
Delmar Tausen vísir á, at tað er bagatell at binda í el, vatn og kloakk, har hesi grundstykki liggja, tí allar leiðingar eru á staðnum.
- Tað er ikki vegurin - hvørki suður eftir ella norður eftir - sum er trupuleikin, tí báðir hesir vegir eru tvísporaðir og góðir at koyra eftir, sigur borgarstjórin í Hovs kommunu, sum heldur, at fráflytingin er ein ógvuliga keðilig gongd, sum sær út til at vera trupul at steðga.