Føroya Arbeiðarafelag umhugsar at rýma úr Havn

Í Føroya Arbeiðarafelag hava tey arbeitt við at byggja felagshúsið út, men tað gongur so illa at fáa byggiloyvi at tey nú nevna møguleikan at rýma úr Havn

ðaVirksemið hjá Føroya Arbeiðarafelag er nógv økt hesi seinastu árini og nú er virksemið so stórt, at felagshúsið í Havn er blivið ov lítið.

Húsið er so lítið, at tá ið aðalfundur og onnur tiltøk av týdningi eru, verða tey noydd at leiga sær høli.

Í hesum sambandi hevur Føroya Arbeiðarafelag roynt at sleppa at byggja húsini um, ella út, men tað hevur gingið ógvuliga strilti at fáa byggiloyvi.

Býráðið hevur í hesum sambandið mett, at grundstykkið varð ov lítið og at bygningurin varð ov høgur.

Tey hava arbeitt í eini fýra ár við málinum og nú er tolið við at verða uppi og Føroya Arbeiðarafelag metir framvegis, at tey eru fyri vanbýti.

Málið er nú á veg ígjøgnum rættarskipanina. Men samstundis eru tey eisini komin hartil, at tey eru farin at nevna møguleikan um at sleppa ætlanini og at byggja onkra aðrastaðni.

Í hesum sambandi er møguleikin eisini nevndur bara at rýma úr Havnini og at fáa sær høli á bygd.

Á aðalfundinum hjá felagnum síðsta vikuskiftið varð nevnt, at tað er nógv bíligari hjá felagnum at útvega sær høli uttanfyri Havnina.

Nevnt varð, at tá ið undirsjóvartunnil er gjørdur inn í Eysturoy, er minni munurin á at verða onkustaðni í Havn og at vera onkustaðni í inni á Skálafirði, fyri at nevna eitt dømi.