Føroya Arbeiðarafelag fingið nýtt navn

Føroya Arbeiðarafelag hevur ný fingið eitt nýtt undirheiti fyri eisini at hýsa serarbeiðarum


 

Navnabroyting

Áki Bertholdsen




Føroya Arbeiðarafelag hevur nú fingið nýtt navn. Sjálvt navnið Føroya Arbeiðarafelag, verður ikki broytt, men nú hevur felagið eisini undirheitið Føroya Arbeiðara- og Serarbeiðarafelag.

Tað var stjórnin í Føroya Arbeiðarafelag, sum skeyt upp fyri aðalfundinum hjá felagnum at geva felagnum hetta undirheitið, og tað varð samtykt.

Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag segði, at stjórnin helt, at navnabroytingin var hóskandi, tí samfelagið hevur ment seg soleiðis, at nú á døgum eru næstan allir arbeiðarar at serarbeiðarar av ymsum slag, bæði tey, sum arbeiddu í fiskivinnuni, hjá Landsverkfrøðinginum o.s.fr.

Hon vísti eisini á, at nú oljuvinnan er við at taka seg upp, eru øll, sum arbeiða í tí vinnuni, serarbeiðarar av ymsum slag.

? Hetta eru arbeiðsfólk, sum eisini hoyra heima í Føroya Arbeiðarafelag og tí halda vit eisini, at tað er rætt at broyta navnið, so at tað eisini umfatar hesi fólkini, segði Ingeborg Vinther.