‘Førleiki í útlegd’ í London

Hósdagin skipar Sendistova Føroya í London fyri tiltakinum ‘Førleiki í útlegd’, ið vendir sær til útisetar í Bretlandi.

Talan er um eitt afturvendandi tiltak, sum sendistovan skipar fyri – annaðhvørt ár í London og annaðhvørt ár í Aberdeen. Í ár verður tiltakið fríggjakvøldið 4. november klokkan 18.30 á Sendistovuni í London (55 Sloane Street, SW1X 9SR).

Endamálið við ‘Førleiki í útlegd’ er at viðgera evnir, ið eru viðkomandi fyri útisetar og tilknýti teirra til Føroya. Serliga miðar tiltakið ímóti at kunna um samfelagsmenningina heima og birta undir kjak um liviumstøður í Føroyum.

Í ár er høvuðsevnið á tiltakinum starvs- og vinnumøguleikar í Føroyum. Serligur dentur verður lagdur á møguleikar og avbjóðingar, ið standast av at virka innan skapandi vinnur.

Nýggi sendimaðurin, Jóannes V. Hansen, bjóðar gestunum vælkomin, og Marita Rasmussen úr Vinnuhúsinum hevur eitt upplegg um vinnu- og arbeiðsmøguleikar í Føroyum, eins og Guðrun Rógvadóttir verður røðari.