Førleikamenning og oljumentan

Oddagrein

 

Seinastu tíðína hava loftmiðlarnir havt fleiri áhugaverdar tjaksendingar um avleiðingar av eini oljuvinnu. Tað er eitt gott tekin, tí er tað nakað vit hava brúk fyri, so er tað tjak og orðaskifti um hesa stóru avbjóðing. Fimmarin røddi um evnið førleikamenning og oljumentan. Tosað varð um teir pengar feløgini lata fyri at sleppa at bora. Hvat teir fara til og hvør ger tað av. Hesi 6 árini 1. útbjóðing er mett at vara hava feløgini bundið seg at lata umleið 100 mill. kr. til eitt nú førleikamenning. Feløgini gera sjálv av, hvat peningurin fer til, men skal hetta tó konfirmerast av Oljumálastýrinum.


Tá orðið førleikamenning verður brúkt verður m.a. sipað til at útbúgva føroyingar til at arbeiða í oljuvinnuni, til gransking ol. Eingin ivi er um, at tað í byrjanini av eini oljutilgongd er av stórum týdningi at kunna útbúgva og eftirútbugva føroyingar til at kunna átaka sær uppgávur og arbeiði í eini komandi olju/frálandavinnu, at menna førleikan hjá føroyskum vinnulívi, so tað er búgvið og gierað til at fara inn í nýggju vinnuna á jøvnum føti við kappingarneytar úr útlandinum. Men spurningurin er, um tað ikki er rætt at lata orðið førleikamenning nøkta ein nógv breiðari tørv í samfelagnum, soleiðis at oljupengar í hesi byrjunartíð eisini fara til eina førleikamenning sum heild í samfelagnum, eitt nú við at eftirútbúgva fólk í nógvum ymsum greinum, tað verið seg lærarar, sjúkrasystrar osfr. Sjálvandi skulu vit fyrst og fremst menna førleikan á oljuøkinum, soleiðis at føroyingar kunnu manna størvini í vinnuni. Vit mugu tó spyrja, hvussu man eisini kann menna førleikan á øðrum økjum, sum í dag bara óbeinleiðis hava nakað við frálandavinnuna at gera.


Vit mugu ansa eftir ikki at blanda tingini saman. Her og nú er talan um eina ávísa upphædd, ið feløgini lata fyri at fáa leitiloyvi. Verður framleiðsla, og inntøkur koma til samfelagið, kunnu vit av álvara fara at tosa um at brúka av hesum inntøkum til at menna øki, sum annars í dag eru við skerdan lut. Gunnar Hoydal nevndi, at vit brúka part av oljupengunum til mentanina. Hesum sjónarmiði kunnu vit taka fult og heilt undir við. Spurningurin er so í hvønn mun hann heldur pengar, sum eru ætlaðir til førleikamenning her og nú eisini skulu fara til mentanarligt virksemi ella hann hugsar um tíðina, tá oljan spríkir upp og pengar koma í landskassan. Hyggja vit at gongdini í útlandinum og vísa á tann týdning oljan hevur havt fyri mentanina eitt nú tónleikin, so mugu vit eisini minnast til, at hetta er ein útviklingur, ið er komin í kjalarvørrinum á framleiðslu í mong ár.


Hvussu og ikki, so er tað gott at fáa tjak um hesar spurningar longu nú, og tað er at vóna, at hetta ikki at endar her, men heldur fram í fjølmiðlunum, á tingi og í øðrum forum við. Vit skulu brúka oljupengar bæði til førleikamenning og mentanarmenning. Við at stuðla útbúgving og gransking eru vit gott á veg.