Førdi dýrastu ísfiskalastina til lands

Roc Amadour, sum áður kallaðist Boðasteinur og var heimahoyrandi í Fuglafirði, hevur ført størstu ísfiskalast til lands, sum nakrantíð er landað í Føroyum

Søga

 

Tá vágbingar á sinnu keyptu Boðastein, sum hann tá kallaðist, frá fuglfirðingum, vóru vónirnar stórar. Tað vóru Helgi Augustinussen, vanliga róptur Hegga, og aðrir, sum keyptu Boðastein. Tá høvdu teir eisini djúpvatnstrolaran, Sancy.

Boðasteinur gjørdist kendur í føroyskari fiskiveiði sum skipið, ið dugdi at fáa burtur úr búrfiski.

Og tað var ikki smávegis av “valuta”, teir førdu til lands, tá fiskiskapurin eftir hesum djúphavsfiski eydnaðist best.

Mangan verður skrivað um stórar landingar, og viðhvørt verða landingar sagdar at vera met – antin í nøgd ella søluvirði.

Men rættiliga vist er tað, at Boðanes, núverandi Roc Amadour, hevur ført dýrastu ísfiskalast til lands, sum nakrantíð er landað í Føroyum.

Skipið gjørdi ein lutfalsliga langan túr, og teir royndu eisini sunnarliga í Atlantarhavinum. Men tá teir landaðu lastina í Føroyum – haldi tað var á Tvøroyri – seldu teir fyri meira enn 3 miljónir krónur.

Tað er Sosialinum kunnugt dýrasta ísfiskalast, sum nakrantíð er landað í Føroyum.

Tá fuglfirðingar á sinni seldu skipið til Vágs, var Sigurd Simonsen, sum nú er borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, reiðari.

Roc Amadour er smíðaður í Dieppe í Fraklandi í 1973, men er umbygdur í 1986.

Skipið hevur eisini verið heimahoyrandi á Strondum, og tá kallaðist tað eisini Roc Amadour.

Í 1994 keyptu fuglfirðingar skipið og góvu tí navnið, Boðasteinur.