Fýra vilja vera prestur í Hoyvík

Fýra umsóknir eru til nýggja starvið sum prestur í Hoyvíkar kirkju.

 

Suðurstreymoyar norðara prestagjald fekk í januar mánað játtan til eitt embæti afturat. Ein sóknarprestur er í prestagjaldinum. Kirkjuligi myndugleikin metti, at neyðugt var við einum embæti afturat til eitt skjótt vaksandi øki, ið tilsamans telur umleið 4.500 fólk. 

 

Embætið varð lýst leyst at søkja, og á middegi í gjár var umsóknarfreistin úti. 
4 umsøkjarar eru til kallið. 

 

Ætlanin er at innstilla komandi sóknarprestin innan tríggjar vikur. 

 

Seinastu tíðina hevur Marjun Bæk røkt starvið sum hjálparprestur hjá Theodori Eli Dam Olsen, sóknarpresti.