Fýra vikur á afturlætnari deild

Úrslitið av grundlógaravhoyringini seinnapartin í dag var, at 37 ára gamli maðurin skal í »surrugat« á afturlætnari deild á Landssjúkrahúsinum.

Maðurin er skuldsettur fyri í fleiri førum at hava gjørt seg inn á konu sína, og fyri í fleiri førum at hava tiltuskað sær atgongd til fartelefonina hjá konuni og har lisið og sent smsboð.

Referatforboð er sett í málinum, og tí fáa miðlarnir bert loyvi at endurgeva skuldsetingarnar og avgerðina hjá dómaranum, og hon var varðhaldsfongsling í surrogat á afturlætnari deild á Landssjúkrahúsinum í fýra vikur.