Fýra viðurskifti, vit ikki hava ávirkan á

Løgmaður ásannaði, at tað eru fýra viðurskifti, sum hvørki núverandi ella aðrar samgongur hava serliga ávirkan á

Løgmaður Aksel V. Johannesen hevði seint seinnapartin orðið undir viðgerðini av uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2017.

 

Hann fór nakað inn í tann orðadrátt millum tingólk um, hvør tað er sum kann taka sær æruna av, at tað í løtuni gongur væl í Føroyum.

 

-Eg kann bert staðfesta, at tað eru fýra viðurskifti, sum vit hava onga ella bert lítla´virkan. At oljuprísurin er lágur ávirka vit ikki - ei heldur at rentan er so lág. Alheims marknaðarprísin á laksi ávirka vit so at siga ikki og at vit hava atgonfd til nógvan uppsjóvarfisk hava vit bert lítla ávirkan á. Vit kunnu bert fegnast, tá ið alt hetta gongur okkara veg, segði løgmaður.

 

Hann fór eisini eitt sindur í tað tekniska við rentum og hvat verður hildið uttanfyri fíggjarlógina. Til dømis segði hann, at umhækkaðu útreiðsslunar til Heilsutrygd vóru tiknar við, so hækkaðu útreiðslurnar smá tvey prosent heldur enn 1,8.

 

Løgmaður fegnaðist um, at tað nú er avlop á fíggjarlógini og at hetta avlop verður 112 milljóni komandi árini.