Fýra fólk stilla upp til nevndina í Føroya Pedagogfelag Tey eru Elin N.W. Tausen, pedagogur, Guðrun Eysturlíð, pedagogur, Jannie Jacobsen, hjálparfólk og Jógvan Philbrow, pedagogur.
Trý fólk skulu veljast í nevndina, tvey fyri tvey ár og eitt fyri eitt ár.
Atkvøtt verður fyri øllum trimum undir einum, soleiðis, at tann sum fær flest atkvøður er 1. valdur, tann sum fær næstflest atkvøður er 2.valdur og tann sum fær triðflest atkvøður er 3.valdur.
1.- og 2. Valdi nevndarlimur fær sæti í nevndini í tvey ár og tann sum 3. Valdur fær sæti í nevndini í eitt ár.
Valið verður á aðalfundinum 19. mars.
Nevndin skipar seg á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin.