Fundur, sum hevur verið í Eysturoyar Sjálvstýrisfelag, hevur samtykt at stilla fýra fólk upp til løgtingsvalið komandi. Felagið í Eysturoy tekur eisini undir við, at Sjálvstýrisflokkurin verður við til at loysa átrokandi mál, áðrenn løgtingsval verður útskrivað. Eysturoyar Sjálvstýrisfelag hevur havt fyrsta uppstillingarfundin. Fundurin samtykti at stilla upp hesi fýra valevnini: Kristinu Toftegaard Larsen, stjóra, Fuglafjørður, Annfinn Garðalíð, skipara, Skála, Poul Jákup Poulsen, fíggjarleiðara, Strendur og Kára P. Højgaard, løgtingsmann, Saltangará.
Á fundinum fekk nevndin í Eysturoyar Sjálvstýrisfelag eisini heimild til at arbeiða víðari við listanum.
- Fundurin tekur undir við, at Sjálvstýrisflokkurin er við til at loysa neyðug átrokandi mál, áðrenn nýval verður útskrivað. Alneyðugt er at loysa makrelmálið. Tað er eisini neyðugt, at løgtingið skjótast gjørligt tekur støðu til samanlegging av kommunum.
Tað er Kári P. Højgaard, skrivari í Eysturoyar Sjálvstýrisfelag, sum hevur sent hesa fráboðan eftir uppstillingarfundin, sum verið hevur.