Sveinur Tróndarson
Tað sigst, at vit eru so ótrúliga væl og virðiliga greið yvir tað, men kortini gera vit tað. Koyra við kenning.
Fríggjakvøldið tók løgreglan í Havn ein bilførara fyri at koyra við kenning í høvuðsstaðnum. Sambært vakthavandi á støðini í Havn, so hevði førarin meiri enn 1,2 promillu í blóðinum, og tá er talan um spirituskoyring.. Bilførarin fær eina heilsu frá fútanum um ikki so langa tíð, har hann verður biðin um at møta í rættinum.
Fýra vóru so
øgiliga linir
Tað er eingin loyna, at fólk, sum hava drukkið mangan gera dekan ov lin tá tað fer at líða út á náttina.
Í so máta var hetta vikuskiftið einki undantak hjá løgregluni í Havn.
? Vit hava havt fýra persónar inni á støðini í vikuskiftinum, sigur vakthavandi, sum greiðir frá, at teir, sum ikki orka at ganga heim, og sum ikki minnast hvar teir hoyra heima, sleppa at sova á støðini til morgunin eftir.
Friðarligt í
høvuðsstaðnum
Annars letur vakthavandi á støðini í høvuðsstaðnum væl at vikuskiftinum.
Hóast klaksvíkingar gjørdu innrás í býnum sunnudagin, so var tað ein av teimum »friðarlig«, tí vápnini, sum klaksvíkingar brúktu trummur og lúðrar.
Hesi eru sum kunnugt ikki so vandamikil, og tí spældi alt eftir øllum at døma væl av, hóast klaksvíkingar ikki vunnu.
? Tað hendir tað sum plagar at henda í býnum um vikuskiftið, men lítið sum er vert at skriva um, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn, um býarlívið í høvuðsstaðnum um ivkuskiftið










