Fýra trolbátar eru til fiskiskap

Landleiðin, sum hevur verið stongd í tvær vikur, letur upp aftur síðst í næstu viku.

 

Í løtuni eru bara tvey partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, og sambært Fiskamarknaði Føroya fiska trý partrolarapør framvegis gulllaks. Skipini koma inn at landa, sum vikan gongur.

Ein djúpvatnstolari er á Íslandsrygginum, og teir koma inn at landa síðst í hesi vikuni.

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey eisini, at ein norskur trolari kemur við svartkalva síðst í ólavsøkuvikuni.

- Ein trolbátur er á Íslandsrygginum og kemur inn at landa í morgin. Tríggir eru norðan fyri og onkur av hesum kemur inn at landa í morgin.

Landleiðin, sum hevur verið stongd í 14 dagar, letur upp aftur síðst í hesi vikuni.

Lagt verður aftrat, at eitt garnaskip er til fiskiskap í løtuni. Teir fiska svartkalva. Fiskiskapurin er brúkiligur, og garnaskipið landar í morgin, mánadagin.