Í dag er ólavsøkudagur, fríggjadagur 29. juli. Um eina viku, fríggjadagin 5. august, verður fimti tingfundur í nýggju tingsetuni, um tað verður soleiðis, sum Páll á Reynatúgvu, tingformaður, hevur sett út í kortið.
Týsdagin annan og mikudagin triðja august verður umrøða av ólavsøkurøðuni hjá Akseli V. Johannesen, løgmanni.
Uppskot um fiskidagar fyri næsta ár, ið tekur við fyrsta september, verður lagt fram á tingfundinum seinnapartin í dag. Tað fer at fáa fyrstu viðgerð hósdagin fjórða august. Á tí tingfundinum er eisini ætlanin at velja tveir limir og tveir varalimir í Norðurlandaráðið.
Fríggjadagin fimta august er fyribils skráin møguligar fyrstu viðgerðir og framløga.