Fýra tiltøk fyri tey raktu

Krabbameinsfelagið bjóðar nú børnum upp til 18 ár, at savnast í einum forum, har tey fáa sett orð á sínar kenslur og kunnu hitta onnur børn í somu støðu. Íalt verður talan um fýra tiltøk hesar komandi mánaðirnar.

Fyrsta tiltakið verður 9. novembur, sum er dagurin fyri tey, sum hava mist makan av krabbameini og hava børn yngri enn 18 ár

Næsta tiltakið verður 30. novembur, sum er dagurin fyri tey, ið hava mist makan av krabbameini og seinasta tiltakið í ár verður hildið 7. desembur.

Hetta er dagurin fyri foreldur, ið hava mist vaksin børn.

Seinasta tiltakið í hesum sambandi verður 18. januar, ið er dagurin fyri makar hjá krabbameinssjúkum.

Sagt verður, at tað hevur stóran týdning at fáa stuðul í einari slíkari støðu, og Krabbameinsfelagið skipar tí fyri einum seinnaparti fyri makar hjá krabbameinssjúkum.

- Her kunnu tey hitta fólk í somu støðu í einum umhvørvi, har tað er í lagi at seta orð á sínar hugsanir og fáa stuðul at loysa ymsar trupulleikar, verður sagt frá Krabbameinsfelagnum