Fýra spurningarnar til Hans Edward

Á planetini í gjár bar til at lesa um partar av samrøðuni við Hans Edward. Nú ber til at síggja seinasta brotið, og seinastu fýra spurningarnar. Hans Edward var á planetini í gjár settur fimm heldur øðrvísi spurningar, men hetta var bert partur av samrøðuni. Her ber til at lesa seinasta brotið av samrøðuni við Hans Edward, og síggja svørini uppá teir seinastu fýra spurningarnar.

 

 

6. Hevur tú nakrantíð tikið rúsevnir?

- Eg havi roynt hassj tá eg var 18 ár, men tað eri eg givin við.

 

7. Hevur tú nakrantíð brotið lógina?

- Vit stjólu ræðuliga illa tá vit vóru ungir, men tað var mest góðgæti o.s.fr. Men einki meira álvarsamt enn tað.

 

8. Hvat er tað mest flóvisliga tú hevur uppliva í tínum tónleika lívið?

- Eg datt av einaferð undir einari konsert hjá okkum tá vit vóru umleið 14 ár. Tað var ikki flóvisligt tá, men eg hevði tað ikki so gott dagin eftir tá eg var vorðin edrúur.

 

9. Nær koma tit aftur at spæla í Føroyum?

- Vit spæla fyrstu ferð aftur í Føroyum á Festivalinum við Múrin, sigur Hans Edward at enda.