Fýra skúlar uttan næmingar

Mánadagin fara 7.590 næmingar í føroysku skúlarnar, men í fýra teirra er eingin skúlagongd komandi skúlaár

Ein av skúlunum, har eingin skúlagongd verður í ár, er skúlin á Leiti.
Soleiðis sum støðan gjørdist í ár var bert tann eini næmingurin, sum skuldi fara í skúlan. Sum skilst, so var hesin eini næmingurin komin nakað væl upp í flokkum, og tí varð avgjørt at flyta henda til Vágs skúla, ístaðin fyri at vera einasti næmingur á Leiti.
Av tí at heldur eingin næmingur var til 1. flokk, verður eingin skúlagongd á Leiti skúlaárið 2005/2006.
Og spurningurin er so, nær  og um  hetta yvirhøvur verður aftur.
Hini støðini, har eingir næmingar eru, men har skúlabygningur hóast alt er, eru í Dímun, Norðradali og í Gásadali.