Tú heldur óivað, at tað er lygn, men heilsuráðini skuldu verið heilt í lagi.
Súrepli ímóti klaustrofobi
Fært tú klaustrofobi í einari lyftu ella í einum lítlum rúmi. Lukta til eitt grønt súrepli, so minkar klaustrofobiska kenslan. Um tú býrt í einari lítlari íbúð, so kanst tú eisini hava grøn súrepli standandi inni. Íbúðin fer at kennast størri.
Honning í sárið
Um tú hevur sár, kanst tú koyra eitt sindur av húnangi í sárið og síðan plástur á. Húnangur hevur nevniliga eina rúgvu av antibakteriellum evnum.
Steðga bløðingina við pipari
Næstu ferð tú skerir teg, so koyr eitt sindur pipari í sárið, so steðgar bløðingin. Tað riggar best, um tú heldur eitt petti at pappíri fast út yvir samstundis.
Kela hundinum og slepp tær av við strongd
Um tú vilt minka um vandan fyri hjartatilburði og blóðproppum, skalt tú fáa tær ein fund. Kanningar vísa, at tú minkar um tína strongd við at kela hundinum.










