Fýra seyðir yvirkoyrdir upp á hálvan tíma

Tvey ferðsluóhapp vóru á sama vegastrekki í gjárkvøldið

Ein bóndi var óvanliga óheppin í gjárkvøldið, tá hann tvær ferðir upp á ein hálvan tíma fekk fráboðan um, at seyðir hjá honum vóru yvirkoyrdir á sama vegastrekki.


Løgreglan fekk fyrstu fráboðanina eitt sindur yvir klokkan tíggju í gjárkvøldið, tá ein bilførari hevði rent á tveir seyðir nærhendis á Hjalla í Suðurstreymoy. Seyðirnar høvdu fingið skaða, men mett varð ikki, at tað var neyðugt at avlíva teir.


Hálvan tíma seinni vóru aftur boð eftir bóndanum, tá løgreglan fekk eina nýggja fráboðan frá einum bilførara, ið hevði rent á tvey veðurlomb á sama vegastrekki. Hesaferð doyðu tó bæði veðurlombini í ferðsluóhappinum.