Fýra ár við kirkju í Hoyvík

Í dag, Allahalgannadag, er ein serstakur dagur fyri kirkjufólkið í Hoyvík.

Hoyvíkingar kunnu nú hátíðarhalda at fýra ár eru liðin, síðani Hoyvíkar kirkja varð tikin í nýtslu.

Ætlanin er tí at gera meiri burtur úr enn vanligt til gudstænastuna.

Sonja Klein, prestur fer at prædika, og undir gudstænastuni fer eisini Havnarkórið undir leiðslu av Ólavi Hátún at syngja.

Meðan gudstænastan er fara børnini niður undir í kjallaran, har sunnudagsskúli er á skránni.

Aftaná gudstænastuna verða øll boðin niður í kjallaran til ein góðan drekkamunn.