Sandoy: Gongst sum Bjarni Djurholm ætlar fer undirsjóvartunnilin at ganga millum Gomlurætt á Streymoynni og yvir í Traðardal, nærhendis Meginskúlan á Sandoy.
Upprunaliga var ætlanin at verkætlanin skuldi skipast á sama hátt sum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin. Henda ætlanin er síðani slept.
- Vit arbeiða nú við eini verkætlan, sum skal skipast á sama hátt sum tá vanligir landsvegir verða gjørdir.
- Hetta merkir, at Landsverk kemur at standa fyri at gera sáttmála og hava eftirlit við arbeiðinum. Landsverk fær eisini ábyrgdina av rakstrinum, tá tunnilin er liðugur, upplýsti vinnumálaráðharrin fyri tinginum.
Kostnaðurin av undirsjóvartunlinum er mettur til smáar 700 mió krónur, og verður væntað at arbeiðið tekur fýra ár.
Einki verður sagt um, nær arbeiðið møguliga kann fara í gongd.
Tvær loysnir
Frammanundan hesum uppskotinum er gjørt eitt stórt fyrireikandi arbeiði, fyri at lýsa málið so gott sum tilber, millum annað tær fíggjarligu og jarðfrøðiligu avleiðingarnar.
Játtan til forkanningar av tunlinum var fyrstu ferð á fíggjarlógini í 2005. Hetta árið var ein hálv millión játtað og í fjør 5 mió. Í ár eru játtaðar 3 mió til víðari kanningar og prosjektering.
Ein stórur spurningur í hesum máli hevur verið linjuføringin. Talan er um ta norðaru og ta sunnaru linjuføringina. Í eini kostnyttu kanning er greitt, at tunnilin ikki loysir seg fíggjarliga. Víst verður á, at tann norðara loysnin, har Hestur er við, ikki loysir seg, men at tann sunnara loysnin er tó frægari enn tann norðara.
Verkætlanin fevnir um ein 10,5 km. langan undirsjóvartunnil við tilhoyrandi vegagerð. Tunnilin verður í størstan mun tvíbreytaður, men orsakað av stóra hallinum verður hann tríbreytaður Streymoyarmegin.
Í samband við arbeiðið er kannað, hvat tunnilin kann koma at kosta, um Hestur verður partur av ætlanini. Mett verður, at henda loysnin fer at gera tunnilin einar 150 til 250 mió krónur dýrari enn loysnina, sum er í uppskoti, alt eftir um hvør loysn verður vald í hesum føri.
Tíðarætlanin fyri uppskotið er sjálvandi tengd av, hvør játtanin er. Um peningur verður játtaður til prosjektering og til útbjóðingartilfarið, kann væntast, at klárt er at fara undir arbeiðið eitt ár seinni. Mett verður, at arbeiðið fer at taka umleið fýra ár.