1. maidagshaldið verður á Vaglinum í Havn sunnudagin klokkan 15 Sum vant skipar Havnar Arbeiðsmannafelag fyri 1. maidagshaldinum í ár.
Felagið hevur fingð fýra fólk at hala røðu. Tey fýra eru Ingrid S. Henriksen, Jústinus Eidesgaard, Georg F. Hansen, nýggi formaðurin í Føroya Arbeiðaarfelag og Øssur Winthereig.
Havnar Hornorkestur spælir.










