Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, fer í dag at leggja uppskot fyri Løgtingið um at broyta løgtingsvallógina Í uppskotinum verður millum annað skotið upp, at stytta freistina fyri at útskriva løgtingsval úr 6 til 8 vikur niður í 3 til 5 vikur. Ein onnur týðandi broyting er, at áseta eina fasta tinggátt, soleiðis at flokkur sum fær minni enn 4 % av samlaða atkvøðutalinum, ikki fær umboð í Løgtingið.
Herumframt mælir landsstýriskvinnan til at gera uppstillingarmannagongdina einfaldari, soleiðis at flokkar, sum hava umboð á tingi ella eru góðkendir, ikki skulu hava stillarar, tá stillað verður upp.
Annika Olsen mælir eisini Løgtinginum til at broyta løgtingsvallógina við at áseta, at uttanflokkalistar skulu hava undirskriftir frá millum 400 og 450 veljarum fyri at stilla upp, og at enda hevur hon uppskotm um, at valkort skulu nýtast.
Herumframt eru nakrar tekniskar broytingar, sum eru avleiddar av, at útskrivingarfreistin verður stytt.










