Fýra nólsoyingar maskinmenn umborð á Polar Nanok

Tað er langt frá óvanligt, at fleiri bygdarmenn eru umborð á sama skipi, men kortini má tað roknast rár hending, at fýra mans úr somu bygd eru maskinmenn umborð á sama skipi

Fríggjadagin í síðstu viku var grønlendski trolarin, Polar Nanok, á Havnini.
Skipið var ávegis til Frederikshavn, har fabrikkin skal skiftast og motorurin fær eina høvuðsumvæling.
Á Havnini legði Polar Nanok nakað av reiðskapi upp til Vónina, tóku 500.000 litrar av olju, og so nýttu teir høvi at skifta yvirmenninar út. Teir eru allir føroyingar.
Í fleiri ár hava nólsoyingarnir, Heðin Hansen, Brian Hansen og Tórálvur Poulsen siglt við Polar Nanok, og nú nýggj manning fór umborð, gjørdist Høgni Niclasen fjórði maskinmaðurin úr Nólsoy umborð á skipinum.
49 ára gamli Heðin Hansen er drúgvastur umborð, og er eisini maskinstjóri. Hann kom umborð longu í september 2005, eftir at reiðaríið hevði yvirtikið skipið í mai mánaða sama árið.
- Eg hevði tá í eina tíð fiska við Orcadis Viking niðri við ekvator, so tað var ein umvelting at fara haðani upp til norðpólin at fiska, sigur Heðin Hansen.
Hann hevði tá verið við Orcadis Viking í fýra ár, eisini tá hann hoyrdi til Orkneyoyggjarnar.
Eitt ár seinni komu so Brian Hansen og Tórávlur Poulsen umborð sum ávikavist fyrsti og annar meistari. Hetta var nú ikki heilt av tilvild, tí Brian Hansen er systursonur Heðin, og tí var tað rættiliga náttúrligt. Eisini hava rættiliga nógvir nólsoyoingar lært til maskinmann, og tá teir so manglaðu umborð á Polar Nanok, var tað næstan líka so náttúrligt, at Tórálvur Poulsen fylgdi við ta ferðina. Hann og Brian sigldu saman sum maskinmenn við Baki.
Teir báðir komu umborð á Polar Nanok 5. august 2006.
Heðin Hansen og Tórávlur Poulsen hava sum so mangir aðrir nólsoyingar lært til maskinmann á Tórshavnar Skipasmiðju, meðan Brian hevur tikið SIT og maskinskúla. Haraftrat hevur hann tikið skiparaprógv.
Høgni Niclasen hevur lært hjá ALMA, og hevur umframt arbeitt eitt ár í Noregi hjá Wärtslia.

Studera portalin
Hóast heitið er maskinmaður, so er arbeiðið kortini ikki at sita og hugna sær í kontrollrúminum í maskinuni.
- Vit gera alt møguligt. Vit er at samanlíkna við pedellar, og partur av gerandisdegnum er at skifta perur, umvæla radiatorar ella hvat tað nú skal vera, sigur Heðin Hansen.
Tað er eisini so javnan, at ein maskinmaður er á dekkinum og hjálpir til við at fáa fiskin til høldar.
Skjótari arbeitt verður undan, skjótari kann fiskast, og tað kemur okkum øllum til góðar, siga teir.
Vaktirnar eru 12 og 12, men tó soleiðis, at teir í hvørjari vakt ganga saman við hinum seks og seks.
- Tá eg byrji vakt, so er tað saman við øðrum ella triðja meistara, og tá eg havi verið seks tímar á vakt, gangi eg restina saman við hinum, sigur Heðin Hansen.
Hann skiftir so við fyrsta meistara, so teir báðir ganga ongantíð vakt saman.
- Onnur vaktin byrjar klokkan 6.30 og hin klokkan 12.30, sigur Heðin Hansen.
At ganga 12 og 12 merkir sjálvandi, at teir eisini hava rættiliga nógva frítíð.
- Vit býta tað upp í áðrenn og eftir internetið. Tað var ofta trupult at halda sambandið við tey har heima, áðrenn vit fingu internet, og ikki minst trupult at frætta tíðindi. So tað var nærmast ein kollvelting, tá internetið kom umborð, sigur Brian Hansen.
Internetið kom umborð á Polar Nanok í 2008, og Brian er ivaleysur í, at hann ongantíð fer til skips aftur, uttan internet.
- Vit lesa hvørja einastu grein á portalinum. Og nú er tað so við sambandinum, at tað gongur so sseint, at frítíðin flýgur avstað, sigur Brian Hansen.
Ein annar partur av frítíðini fer í rógvimaskinuni.
- Eg og Brian hava keypt okkum eina rógvimaskinu, sum vit hava stillað upp í maskinrúminum. Og har fer rættiliga nógv tíð. Vit munnu rógva eina 300 til 400 fjórðingar hvønn túrin, sigur Tórálvur Poulsen.
Allir fýra eru gamlir kapprógvarar, og hava allir fyrr róð við Nólsoyinginum, so tað við rógvimaskinuni er rættiliga náttúrligt.

Svartkalva og kongafisk
At tríggir teirra hava verið so leingi umborð, hevur sjálvandi sína frágreiðing.
- Kvota, prísir og inntøka hava bara gingið tann eina vegin, og tað er upp eftir. Og tað ger tað hugaligt at vera við, sigur Heðin Hansen.
Tí er tað eisini hugaligt hjá nýggja manninum í maskinuni, Høgna Niclasen, at fáa kjans við Polar Nanok.
- Eg bað teir siga frá, um teir manglaðu maskinmann, og tað gjørdu teir so nú. So tað er ikki so galið, sigur Høgni Niclasen.
Tað merkir sum áður nevnt, at teir eru fýra mans í maskinuni umborð á Polar Nanok, og tað er heldur meir enn tað var framman undan.
- Tann, sum fór í land, var fjóðrings nólsoyingur, men nú hava vit so fingið ein heilan umborð í staðin fyri, sigur Heðin Hansen.
Teir plaga at gera tveir túrar hvørja ferð, teir eru burtur.
- Vit fiska antin svartkalva ella kongafisk. Skipið tekur góð 700 tons av svartkalva, og góð 600 tons av kongafiski. Tað er eisini eitt sindur ymiskt, hvussu nógvir mans eru við, alt eftir hvørjum slagi vit royna eftir, tað liggur millum 22 og 27 mans, sigur Tórálvur Poulsen.
Skipið er upprunaliga bygt til rækjuveiði, og tí eru ikki nóg nógv kømur til hendan fiskiskapin.
- Men tað er nakað umbygt umborð, so dekkararnir sova tríggir og fýra í hvørjum kamari, sigur Heðin Hansen.
Teir siga, at tað er ógvuliga lítið av hjáveiði við í fiskiskapinum.
- Tað er hendinga toskur og onkur hvítkalvi inn ímillum, so tað ber til at gramsa eitt sindur. Men talan er um lítlar nøgdir, sigur Tórálvur Poulsen.
Tað er kortini millum annað fyri at kunna hagreiða hjáveiðina betri, og annars at gera tað meira arbeiðsligt, at Polar Nanok nú er farin til Frederikshavn at fáa nýggja fabrikk ísetta.
- Tað er millum annað fyri at fáa betri góðsku á hvítkalvanum, at vit fáa nýggja fabrikk, sigur Brian Hansen.

Bleyta byrjan
Polar Nanok roynir fyri tað mesta í norðeystur Grønlandi og Suðurgrønlandi.
- Men vit landa fyri tað mesta á Hafnafirði í Íslandi. Frá august til oktober, kanska onkuntíð inn í november, landa vit í Grønlandi, men restina av árinum á Hafnafirði, sigur Brian Hansen.
Og just á Hafnafirði liggur tann fyri føroyingum so kenda Fjørukrógvin.
- Har hitta vit ofta føroyingar. Og ta einu ferðina hitti eg pápasystir míni, sum var á Hafnafirði við bridge-landsliðnum, sigur Tórálvur Poulsen.
Annars halda teir seg merkja broyttar tíðir eftir kreppuna í Íslandi.
- Undan kreppuni í 2008 vóru tað altíð póllendingar, sum komu umborð at gera sveisiarbeiði og líknandi, men í dag eru tað íslendingar. So á tann hátt er talan um broytar tíðir, sigur Brian Hansen.
Kongafiskurin verður skráskorin, og svartkalvin antin heilfrystur, skrá- ella halaskorin. Á svartkalva fáa teir so at siga onga hjáveiði, meðan teir á kongafiski kunnu fáa nakað av hvítkalva og toski.
- Serliga er frystiorkan ov lág, og tí tekur tað ov langa tíð at frysta tann stóra hvítkalvan, so tað er nakað, sum bøtt verður um, nú fabrikkin verður nýggj, sigur Heðin Hansen.
Og sigast má, at nýggi maskinmaðurin umborð á Polar Nanok fær eina rímiliga fittliga byrjan.
- Vit fara nú til Frederikshavn at fáa nýggja fabrikk setta í og at fáa høvuðsmotorin umvældan. Tað tekur væntandi seks vikur, so vit fáa helst ríkiligt av tíð at ferðast Norðurjútland upp og niður, so Høgni fær eina lætta byjan umborð, sigur Heðin Hansen, maskinstjóri umborð á grønlandska trolaranum, Polar Nanok.