Fýra nýggj feløg eru skrásett hjá Skráseting Føroya seinastu vikuna, veit Business Line at siga.
Talan er um tey fýra feløgini P/F Føroysk Náttúruorka, Sp/f Norðbýli, Sp/f Save% og ÍVF Faer Ground.
Føroyst Náttúruorka er nýggja partafelagið, sum er gjørt í samband við nýggja biogassverkið, sum Bakkafrost fer at byggja á Skarðshjalla í Havn. Regin Jacobsen er stjóri í felagnum, sum er eitt dóttirfelag hjá Bakkafrost.
Sp/F Norðbýli eru vinnulívsfólk í Klaksvík, sum hava tikið seg saman og fara at gera íløgur í og reka virksemi við leiguíbúðum. Í nevndini sita Frimodt Rasmussen, sum er nevndarformaður, Hilmar Danielsen, Kári Vitalis, Kjartan Hansen og Óli Marnar Christiansen. Hilmar Danielsen er stjóri í felagnum.
Sp/f Save% fer at reka handil og tænastur. Stovnarar eru Fríðunn Eysturtún Hentze og Kim Peter Hentze úr Havn og Henrik Albrechtsen og Maibritt Wernicke úr Gistrup. Fríðunn Eysturtún Hentze er stjóri, meðan hini trý sita í nevndini, har Maibritt Wernicke er forkvinna.
Seinasta felagið er ÍVF Faer Ground, sum Bogi Karbech Mouritsen hevur stovnað. Felagið skal reka ognir í samband við KT, PR, turismu og annað.
Umframt hetta eru nógvar nevndarbroytingar skrásettar seinastu vikuna. Allar broytingarnar síggjast hjá Business Line við at trýsta her.