Fýra nýggir tilburðir

Fýra nýggir tilburðir av korona vórðu staðfestir í gjár.

Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 73.898 kanningar. 

Millum tær 1552 kanningarnar, sum vórðu gjørdar í gjár, mánadagin 17. august, vórðu fýra nýggir tilburðir staðfestir. Ein teirra varð staðfestur á flogvøllinum, har øll ferðafólk verða kannað við komu til landið.

Tilsamans hava nú 377 fólk fingið staðfest coronasmittuna í Føroyum. Seks persónar eru staðfestir frískir afturat, og tí eru í alt 235 av teimum, sum hava fingið staðfest smittuna, staðfest frísk aftur.

Sostatt eru 142 persónar smittaðir í løtuni.

Fýra persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna, og ein teirra liggur á intensivu deild.