Ta seinastu tíðina eru fýra nýføðingar deyðir á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, og sjúkrahúsið hevur illgruna til sondurnar, sum blivu brúktar til at geva teimum mat ígjøgnum.
Tað er Ekstrablaðið, sum ber tíðindini í dag.
Michael Esmann hjá Landsfelagnum Pinkubarnadeyði sigur við blaðið, at tað, sum er hent, er sera skelkandi fyri foreldrini. Hann sigur, at foreldrini fara á sjúkrahúsið við børnunum, so tey kunnu blíva frísk, og so hendir tað øvugta, sigur hann.
Ríkissjúkrahúsið sigur, at tey hava ikki fingið vissu fyri, at tað vóru sondurnar, sum gjørdu, at tey fýra børnini doyðu. Men sjúkrahúsið brúkar ikki hetta slagið av sondum longur og hevur kunnað fyritøkuna, sum ger sondurnar, um støðuna, skrivar Ekstrablaðið.










