Stórur partur av útgerðini hjá Útvarpinum og Sjónvarpinum eru í so ringum standi, at hon er um at ganga fyri. Tí skulu ÚF og SvF hava pengar til keypa nýggja útgerð fyri.
Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2001 skjýtur landsstýrið upp, at fýra milliónir krónur verða avsettar til at keypa nýggja útgerð fyri. Útvarpið skal hava eina millión og Sjónvarpið tríggjar. Ætlanin er at hendan játtan skal halda fram næstu árini.
- Sum nú er, nýta ÚF og SvF analoga tekniska útgerð. Henda analoga tøknin er dýr at viðlíkahalda, og tað gerst alsamt truplari at fáa hendur á eykalutum, verður sagt í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið
Víst verður á, at um allan heim leggja sjónvarps- og útvarpstøðir um til nýggjar digitalar framleiðslu- og sendihættir, og stórar íløgur verða gjørdar í útbúnað, sum byggir á teldutøkni.
Neyðugt við nógvum pengum
Landsstýrið heldur, at nýggja digitala tøknin fer at lætta um á nógvum økjum.
Landsstýrið hugsar millum annað um sambandið millum meginøkið og útjaðaran, og møguleikarnar fyri tættari samstarvi millum stovnarnar, eitt nú millum Sjónvarp Føroya og skúlaverkið, felagsskapir og einstaklingar.
Nýggja tøknin skapar sum heild eisini nýggjar møguleikar hjá stovnunum, verður sagt í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið.
SvF og ÚF hava gjørt heildarætlanir fyri sjálvt umskiftið til digitalu tøknina. Neyðugt verður at fremja munandi íløgur á hesum øki tey næstu árini.