Ein kærudómstólur í Marokko staðfestir deyðdómarnar yvir tríggjar av høvuðsmonnum fyri morðini á eina danska og eina norska kvinnu. Tað skrivar tíðindastovan AFP og norska NRK.
Ein ákærdur afturat varð dømdur til deyða. Hansara dómur er herdur, eftir at hann við ein lægri dóm fekk lívlangan fongsul fyrr í ár.
##med2##
24 ára gamla Lousa Vesterager Jespersen og 28 ára gamla Maren Ueland vórðu dripnar í Atlas-fjøllunum í desember í fjør, tá tær vóru á gongutúri í økinum.
Tær vóru dripnar við knívi og síðani hálshøgdar.
Lesið eisini: Yvirlit: Hetta vita vit um dupultmorðið í Marokko
Alt varð tikið upp á video av teimum høvuðsmistonktu í málinum.
Tann fjórði maðurin, sum við kærudómstólin er dømdur deyðadóm, var við á fjallinum, har morðini vórðu framd. Men hann fór av staðnum, áðrenn Louisa Vesterager Jespersen og Maren Ueland vórðu dripnar.
##med3##
Tilsamans 24 mans hava verið skuldsettir í málinum. Við ein lægri dómstól vóru 20 teirra í juli dømdir fongsulsrevsingar upp á millum 5 og 30 ára fongsul.
Sambært NRK hevur ein av hesum fingið dómin herdan til sjey ára fongsul.
Við deyðadómunum hevur rætturin fylt kravinum frá ákæranum um revsing til teir tríggjar høvuðsmistonktu. Um deyðadómarnir verða framdir er tó ivasamt. Marokko hevur ikki framt ein deyðadóm síðani 1993.
/ritzau/