Sosialurin, kl. 22.35
Stutt fyri klokkan 22.00 í kvøld fóru fýra mans frá skipinum hjá Sea Shepherd, Ocean Warrior í smáar gummibátar í Nólsoyarfirði.
Teir verða nú sleipaðir til lands av báti, sum Sjónvarp Føroya hevur leigað. Fyri teimum stendur vælmannað løgreglulið, sum eftir øllum at døma fer at handtaka menninir, tá teir koma í land.
Ein av monnunum er pressutalsmaðurin hjá Sea Shepherd, sum fyri løtu síðani segði við Sosialin, at teir vóru farnir í gummibátarnar fyri at fáa eitt svar upp á, hví 28 av journalistunum, sum eru umborð á Ocean Warrior, hava fingið forboð fyri at koma í land í Føroyum.
- Vit gera hetta ikki fyri at provokera, og vit leggja einki í, um vit var handtiknir, vit vilja hava eitt svar frá føroysku løgregluni um, hví teir ikki vilja loyva journalistunum í land, segði pressutalsmaðurin úr lítla gummibáti sínum, meðan hann varð sleipaður til lands.
Ein annar av monnunum er ein hollendskur journalistur, og hinir báðir hoyra til manningina umborð á Sea Shepherd.
Presstutalsmaðurin segði eisini, at teir vóru ikki rýmdir av Ocean Warrior, tí hetta tiltakið var gjørt í samráði við skiparan, Paul Watson.m ætlanin var. Annar trupulleiki er, hvussu og hvør skal reka húsið.
Norðoya Sparikassi vil hava sínar pengar aftur, Klaksvíkar kommuna vil ikki uttan víðari fara uppí og gjalda fyri Klaksvíkar Sjónleikarfelag, og tað tykist fullkomiliga órímiligt, at nevndarlimir í Klaksvíkar Sjónleikarfelag persónliga skulu gjalda fyri mentanarhúsið í býnum, hóast tey hava kautionera fyri láninum.
Loysn fyri framman
Tað er millum annað hesar fløkjur, sum nýggi sjálvsognarstovnurin fyri Atlantis nú skal loysa.
Privatfólkini skulu sleppa undan sínum veðhaldi, Atlantis má sleppa av við stóran part av skuldini, Klaksvíkar kommuna má helst lata pengar til virksemi í húsinum, og Norðoya Sparikassi má helst vísa lagaligheit og kanska veitra farvæl til ein part av pengunum, sum stovnurin eigur til góðar fyri umbyggingina.
At Klaksvíkar kommuna og Norðoya Sparikassi eru við í nevndini fyri sjálvsognarstovnin gevur kanska eina ábending um, at partarnir vilja hava eina loysn á málinum, so mentanarhúsið Atlantis aftur kann fara at virka sum eitt veruligt mentanarhús.
Og ikki bert sum sjónleikur, so ella so?









