Fýra manns farnir av "Ocean Warrior"

Tríggir av manningini og ein tíðindamaður fóru mánakvøldið av "Ocean Warrior" í tveir smáar gummibátar.

Um hálvgum tíggju tíðina mánakvøldið, kom "Ocean Warrior" siglandi ígjøgnum Nólsoyarfjørð. Tá Sea Shepherd skipið var komið útfyri grótbrotið á Glyvursnesi, fóru fýra mans av skipinum í tveir smaár gummibátar. "Ocean Warrior" sigldi síðan víðari út úr fjørðinum.

Gummibátarnir høvdu hvørki motor ella árar, men aðrir bátar vóru skjótir at koma monnunum til hjálpar, og teir verða nú togsaðir inn á Havnina.

Teir fýra menninir, Ið fóru av "Ocean Warrior" vóru ein tíðindamaður og tríggir av manningini. Ein teirra var pressutalsmaðurin hjá Sea Shepherd, Frank Thrinkle.

Tá Sosialurin tosaði við teir úti á fjørðinum, søgdu teir seg ikki vera rýmdar, men at teir hildu seg kunna gera betri nyttu á landi enn umborð. Teir søgdu seg harumframt vera til reiðar til at verða handtiknar, tá teir komu á Havnina.m ætlanin var. Annar trupulleiki er, hvussu og hvør skal reka húsið.

Norðoya Sparikassi vil hava sínar pengar aftur, Klaksvíkar kommuna vil ikki uttan víðari fara uppí og gjalda fyri Klaksvíkar Sjónleikarfelag, og tað tykist fullkomiliga órímiligt, at nevndarlimir í Klaksvíkar Sjónleikarfelag persónliga skulu gjalda fyri mentanarhúsið í býnum, hóast tey hava kautionera fyri láninum.


Loysn fyri framman

Tað er millum annað hesar fløkjur, sum nýggi sjálvsognarstovnurin fyri Atlantis nú skal loysa.

Privatfólkini skulu sleppa undan sínum veðhaldi, Atlantis má sleppa av við stóran part av skuldini, Klaksvíkar kommuna má helst lata pengar til virksemi í húsinum, og Norðoya Sparikassi má helst vísa lagaligheit og kanska veitra farvæl til ein part av pengunum, sum stovnurin eigur til góðar fyri umbyggingina.

At Klaksvíkar kommuna og Norðoya Sparikassi eru við í nevndini fyri sjálvsognarstovnin gevur kanska eina ábending um, at partarnir vilja hava eina loysn á málinum, so mentanarhúsið Atlantis aftur kann fara at virka sum eitt veruligt mentanarhús.

Og ikki bert sum sjónleikur, so ella so?