Fýra hondbóltsdystir verða leiktir í kvøld, og eru tríggir teirra í bestu mansdeildini, meðan fjórði dysturin verður í kvinnudeildini.
Silvurdystur
Hjá kvinnunum eru tað tey bæði havnarliðini, Kyndil og Neistin, sum bresta saman í einum dysti, sum væl kann vísa seg, at vera avgerandi fyri, hvat av havnarliðunum fer at standa seg betri í silvurstríðnum, har VÍF tó eisini hevur nøkur orð at siga.
Fyri Neistan man tað helst kennast sum dyggur smeitur, at Ileana Manolescu ikki verður við, eftir at hon fekk reyða kortið sunnudagin, tá Neistin og VB leiktu.
Einki er at ivast í, at rumenin hevur verið ein góður fongur hjá Neistanum, síðani hon kom til landið, og kanska hevur hon leikt sínar bestu dystir móti júst Kyndli.
Kyndilskvinnurnar eru helst sera uppsettar til henda dystin, tí tað er eingin loyna, at mistu stigini móti Neistanum hava verið teimum dýr higartil.
Megna kyndilsgenturnar at vinna dystin, er lítil ivi um, at tær í hvussu so er enda framman fyri Neistan, tí sum einasti av silvurbiðlunum, hevur Kyndil leikt báðar dystirnar móti Stjørnuni.
tríggjar lokaluppgerðir
Eftir at tey bæði kvinnuliðini hava leikt, skulu menninir hjá havnarliðnum báðum royna seg.
Higartil í ár hevur Kyndil verið í teirri heldur óvandu støðu, at teir hava liðið undir, hvørja ferð teir hava hitt Neistan í landskappingini.
Sum kunnugt gekst Kyndli tó betur í steypakappingini, har teir vísti ein øgiligan stríðsvilja í finaluni móti bláu grannunum.
Bæði liðini eru nakað skerd, nú seinasta lokaluppgerðin á árinum stendur á skránni.
Kyndil noyðist at verða Leiv Holm og Hannis Wardum fyri uttan, meðan Neistin ikki kann líta á Áka Mørk hesu ferð.
Leivur breyt hondina í steypafinaluni og hevur ikki spælt síðani, meðan Hannis hevur meitt sær ryggin, og ivasamt er, nær hann verður tøkur aftur.
Áki er í løtuni staddur uttanlands, og verður tískil ikki við í Neistahópinum.
Hini bæði oddaliðinin hjá monnum skulu eisini royna seg í kvøld, men í báðum førum er talan um dystir móti tveimum av botnliðnum.
Føroyameistararnir av Strondum skulu eystur um fjørðin at dystast móti Tjaldrinum, og lítið er at ivast í, at StÍF eru stórfavorittar at vinna dystin.
Eins stórir favorittar munnu vestmenningar eisini vera, tá teir skulu royna seg móti grannunum úr Kollafirði.
Talan verður sostatt um fýra lokaluppgerðir í kvøld, men hóast tað vanliga verður tikið til, at alt kann henda í slíkum dystum, so loyva vit okkum at gita, at spenningurin ikki verður serliga stórur í tveimum teirra.









