FLOGBÓLTUR
Í morgin hava tveir av heiðursmerkjabiðlunum heimadystir ímóti teimum báðum lægstu liðunum í Eikliguni, og hjá báðum ræður um at vinna, skal møguleikin fyri silvuri ella bronsu varðveitast.
ÍF skal á Kambsdali taka ímóti KÍF og Dráttur fær á Giljanesi vitjan av TB, og um tey vinna, er framvegis ikki leyst og liðugt, tí Dráttur fær torføra grannauppgerð ímóti SÍ í seinasta umfari, tá ÍF á útivølli spælir ímóti Fleyr. Tann dysturin kundi sæð út sum ein møgulig silvurfinala.
Sostatt er spenningurin í hæddini hjá kvinnunum, hóast SÍ longu langt síðani hevur tryggað sær gullið og forrestin við steypasigrinum eisini kann breggja sær av at vera greipuvinnari.
Men kappingin millum tey fýra næstu er framvegis gróthørð, og hóast bæði ÍF og Dráttur á pappírinum mugu sigast at vera favorittar í morgin, má serliga ÍF gera sær ómak, tí KÍF-liðið framvegis spælir sum fyri lívinum, hóast tað hvørki kann fara ein ella annan veg av sínum sættaplássi.
Sunnudagin er so eisini ein dystur, tá ein annar av heiðursmerkjabiðlunum, Mjølnir, í Trongisvági skal spæla ímóti TB. Tað verður seinasti dysturin hjá klaksvíkskvinnunum, sum eftir ein møguligan sigur noyðast at bíta negl í eina viku, áðrenn hini eisini hava gjørt seg liðug.










