Fótbóltur: Av teimum 10 liðunum í 1. deild hjá monnum, eru tað bara fýra, ið kunnu flyta upp, meðan restin eru eykamanningarnar hjá Vodafonefeløgunum. Tí skulu TB, KÍ, 07 Vestur og FC Hoyvík kappast um tvey uppflytingarpláss í landskappingini hjá teimum næstbestu, sum byrjar páskaaftan, 3. apríl.
HB, sum í fjør var oddalið leingi, tekur ímóti øðrum uppflytaraliðnum, EB/Streymi, meðan TB spælir ímóti hinum uppflytaranum, AB. KÍ og FC Hoyvík hittast í fyrstu uppgerðini millum tvey av teimum, ið kunnu flyta upp, og síðani eru hinir báðir dystirnir 07 Vestur-NSÍ og Víkingur-B68.