Fýra lið kappast um tvey heiðursmerki

Í dag klokkan 14 hava tveir av heiðursmerkjabiðlunum í Eikliguni hjá kvinnum heimadystir ímóti teimum báðum lægstu liðunum, og hjá báðum ræður um at vinna, skal møguleikin fyri silvuri ella bronsu varðveitast.

ÍF skal á Kambsdali taka ímóti KÍF og Dráttur fær á Giljanesi vitjan av TB, og um tey vinna, er framvegis ikki leyst og liðugt, tí Dráttur fær torføra grannauppgerð ímóti SÍ í seinasta umfari, tá ÍF á útivølli spælir ímóti Fleyr.

Í morgin klokkan 14 er so eisini ein dystur, tá ein annar av heiðursmerkjabiðlunum, Mjølnir, í Trongisvági skal spæla ímóti TB.

 

Skulu bara spælast

Longu fyri tveimum vikum síðani fingu menninir hjá ÍF bæði steyp og gullheiðursmerki, eftir at teir høvdu spælt sín seinasta heimadyst í hesum kappingarárinum.

Men í dag skulu teir til Sørvágs at spæla ímóti SÍ, sum fær síni silvurmerki. Mjølnir, sum kann fáa sama stigatal, men ikki líka góðan settmun sum SÍ, tekur á heimavølli ímóti Fleyr.

Báðir mansdystirnir byrja klokkan 14.