Fýra lið hálv­finaluklár

Tær fýra hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnunum vórðu avgreiddar miku­kvøldið, og gjørdist tað til fýra útisigrar

Í Vági vann AB ein tryggan 5-0 sigur á FC Suðuroy, ið ikki megn­aði at andøva ímóti síðsta stóra korterið, tá argjakvinnur fingu fýra av teimum fimm mál­unum, harav Mona Breck­mann skoraði tey trý.
Á ovara vølli í Gundadali í Havn var endurtøka av dyst­inum um vikuskiftið í Klaksvík, tí enn eina ferð møttust KÍ og B36. Úrslitið gjørdist somu­leiðis ein endurtøka, tí eisini hesa ferð eydnaðist KÍ at vinna 2-0.
Samstundis spældu HB og Víkingur á niðara vølli í Gundadali ein dyst, ið gjørdist mun­andi málríkari, tí har vann Víkingur 6-1 eftir 3-0 í hálv­leikinum. Víkingur var enntá á odda 6-0, áðrenn HB-kvinn­urnar við 10 spælarum eftir á vøll­inum fingu minkað um munin.
Fjórði dysturin var á Svanga­skarði, har B68/NSÍ tók ímóti Skála. Her vísti tað seg, at oddaliðið í næstbestu deildini fekk givið góða mótstøðu, men tá avtornaði, vann Skála 1-0 við máli, ið kom miðskeiðis í fyrra hálvleiki.
Lutakastið enn ikki verið til hálvfinalurnar, ið verða spældar soleiðis, at tann fyrra verður hósdagin 2. juni og tann seinna mánadagin 13. juni. Sjálv finalan verður spæld leygar­dagin 2. juli.