Fýra lið í eldin í kvøld

15. umfar í fótbóltslandskappingini verður spælt í kvøld. Á Toftum spæla B68 og KÍ, meðan B71 og B36 spæla á Sandoy. Ein triði dystur var upprunaliga á skránni, men hesin er útsettur. Tað var dysturin millum EB/Streym og ÍF.

 

Dysturin millum B68 og KÍ er ógvuliga spennandi á tann hátt, at vinnur heimaliðið á Toftum, so er liðið ájvant í stigum við klaksvíkingar. Síggja vit burtur frá B71, er tað óvanliga tætt í botninum. Bara trý stig skilja B68 á níggjunda plássi og KÍ á fimta plássi.

 

Hinvegin eru tað 30 stig í millum B71 og B36, sum hittast í Sandoy, so tað er at meta sum eitt sera stórt yvirraskilsi, um B71 yvirhøvur megnar at fáa stig í kvøld.

 

Dysturin millum B71 og B36 byrjar klokkan 18.00, meðan B68 og KÍ spæla klokkan 19.00.